Theis: Vísir hvussu góðir vit eru

Theis: Vísir hvussu góðir vit eru
Fyrsta plássið í bólkinum prógvar, hvussu gott tað føroyska manslandsliðið er í løtuni, segði stinni strikuspælarin Theis Horn Rasmussen
11.05.2025 - 20:13

"Øll, sum elska Føroyar", hoppaðu á áskoðaraplássunum við Tjarnir, tá føroyska manslandsliðið vísti bæði hondbóltshegni og spæligleði og vann tryggan 35-27 sigur á Ukraina í síðsta dystinum í EM-undankappingini.

Sigurin tryggjaði Føroyum fyrsta plássið í bólkinum frammanfyri Hollandi, og tað hevur við sær eitt pláss í næstovasta styrkisbólki, tá lutakastið verður um, hvør spælir ímóti hvørjum, í EM-endaspælinum í januar.

 - Eg eri ovurfegin. Hetta er heilt fantastiskt. Tað vóru nokk ikki nógv, sum væntaðu, at vit fóru at enda fremst í hesum bólkinum. Tað vísir, hvussu góðir vit eru, og tá vit spælka væl, spæla vit ordiliga væl, segði Theis Horn Rasmussen.

Sigurin á Kosovo hóskvøldið legði upp til fólkaveitslu við Tjarnir, men hon byrjaði ikki beinanvegin. Ukraina spældi fyri sínum EM-plássi, og liðini fylgdust javnt og samt, hóast Føroyar fór til hálvleiks við teprari leiðslu. 

Síðsta korterið vístu føroyingarnir seg kortini frá síni bestu síðu, og flugu undan teimum á mótstøðuliðnum, sum til endans ikki vistu síni livandi ráð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852