Elias: Líka við at flúgvarin ikki riggaði

Elias: Líka við at flúgvarin ikki riggaði
Bólkasigurin vísir, hvussu langt føroyskur hondbóltur hevur flutt seg, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum krýndi eitt megnaravrik við einum sonevndum flúgvara
11.05.2025 - 20:34

Tað vóru nógvar stórar løtu í sigrinum hjá Føroyum ímóti Ukraina við Tjarnir, sum tryggjaði manslandsliðnum 1. plássið í bólkinum og sementeraði EM-plássið.

Kanska tann størsta var, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk bóltin frá Hákuni West av Teigum og setti hann í netið við sonevndum flúgvara. Føroyar fóru undan, og høllin var á gosi.

Men sambært spælskiparanum var nær við, at ætlanin miseydnaðist.

 - Eg haldi ikki sjálvur, at hann var so flottur, tí tað var líka við, at tað ikki riggaði. Vit høvdu avtalað tað áðrenn, og so fekk hann bóltin, og eg mestsum gloymdi, at eg skuldi fara, men í síðstu løtu kom eg í tankar um tað, og so náddi eg tað akkurát, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Bakspælarin, sum skeyt 9 mál upp á 11 royndir, var vælupplagdur frá byrjan, og Føroyar vann sær eina tepra leiðslu móti Ukraina, sum hevði EM-plássið at spæla fyri. Í trý korter gekk javnt á, áðrenn føroyingarnir fóru undan og vunnu stórt 35-27. Tá var fólkaveitsla av álvara.

 - Hetta er fantastiskt. Hetta er tað, sum vit allir halda er stuttligast við hondbóltinum. At spæla við landsliðnum. Vit gleða okkum sum smábørn hvørja ferð, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu og takkaði viðhaldsfólkunum fyri stuðulin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Hondbóltur: Føroyar – Montenegro
203111
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840