Elias: Ein ótrúliga harður dystur

Elias: Ein ótrúliga harður dystur
Tað var hvørki lætt ella pent, men Elias Ellefsen á Skipagøtu og allir hinir á føroyska hondbóltslandsliðnum fingu hála sigurin og EM-plássið heim ímóti Kosovo í Pristina
08.05.2025 - 21:51

- Hetta var ein ótrúliga harður dystur.

Tað segði føroyski spælskiparin, Elias Ellefsen á Skipagøtui, eftir tepra 25-23 sigurin á Kosovo í Pristina, sum tryggjaði Føroyum EM-plássið.

Júst tað var týðiligt. Kosovo gjørdi sítt til, at tað hvørki var lætt ella pent, og føroyingarnir høvdu ilt við at fáa álopsspælið at koyra.

 - Vit stríddust við tingunum stóran part av dystinum, men eg haldi, vit royna at halda høvdið kalt, og vit spæla okkum til kjansir so at siga allan dystin, segði bakspælarin.

Tað loysti seg til endans. Pauli Jacobsen í málinum, sum mestsum einki hevði tikið, stemplaði inn síðstu løtuna, meðan Hákun West av Teigum var tryggur upp á brotskastini í hinum endanum.

Allan dystin, var tað Óli Mittún, sum átti avgerandi álopsatsóknirnar.

 - Vit gjørdu nógv mistøk, men vit hava vunnið dystin, so beint nú eru vit rímuliga líkaglaðir, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Tað kundu teir saktans vera. EM-atgongumerkið liggur í lummanum. Vinna Føroyar á Ukraina enda tær ovast í bólkinum, og so verður satt veitslulag við Tjarnir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV