Klaksvíkar kommuna í stórari skuld

Klaksvíkar kommuna í stórari skuld
Klaksvíkar kommuna er komin í fíggjarligt óføri, og skuldin veksur støðugt. Orsøkin er at finna í íløgunum, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen.
05.05.2025 - 19:25

Góðar 391 milliónir krónur. Hetta er skuldin hjá Klaksvíkar kommunu við støði í seinastu uppgerðini, sum var 31. desember í 2024.

- Skuldin kemst av íløgunum, sum skulu byggja býin út, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. 

Ein av stóru íløgunum er útstykkingin á Fossum, sum í løtuni hevur 21 byggiklár grundstykkir til sethús og 13 byggiklár grundstykkir til raðhús, og eftir upprunaligu ætlanini er talan um til samans 91 grundstykkir. Prísurin á útstykkingini er góðar 100 milliónir krónur.

Ein onnur kostnaðarmikil íløga hjá kommununi er nýggja ítróttarøkið við Djúpumýru, sum hevur kostað kommununi 100 milliónir krónur.

Afturat hesum eru 50 milliónir krónur brúktar upp á ídnaðarøkið við Borðoyarvík.

Hóast hesar íløgur hava verið kostnaðarmiklar, hevur býráðið gjørt av, at ikki steðga verkætlanunum, men nú skal tamarhald fáast á skuldini, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.


Les eisini: Klaksvíkar kommuna er ikki so illa fyri sum støðan bendir á

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. februar
Morgunlestur týsdagur 17.februar 2026
204088
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Mánadag 16. februar
Morgunlestur mánadagur 16.februar 2026
204087
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223