- Tíðindi, mentan og ítróttur
Úr Hvalinum í Risan
Teir vunnu føroyameistaraheitið við 6-mannafarinum Hvalinum í fjør.
Í fjør bjóða menninir í róðrafelagnum á Eiði hinum 8-mannaførunum av um gullið. Teir eru nevniliga farnir í Risan.
- Vit fara eftir øllum, staðfestir Óli Egilstrøð Magnussen.
Risin er í roynd og veru Nevið Reyða hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum er leigað til Eiðis. Verður tíð til tess, verður 8-mannafarið málað.
- Tað verður spennandi at royna at kappast í størri báti, sigur Ingvar Kruse Ellingsgaard.
- Tað er munur á, tá tú fert upp í stødd. Tú mást broyta okkurt, og finna útav, hvussu tú skalt rógva av nýggjum.
Ætlanin var at fara upp í 10-mannafarsróðurin í ár, men tá tveir mans fingu skaða, var gjørt av, at royna seg millum 8-mannaførini fyrst.