Mjølnir vann gull eftir hvøkk

Mjølnir vann gull eftir hvøkk
Í steypafinaluni hjá monnum var Mjølnir stórfavorittur, men Fleyr loypti kortini hvøkk á. Klaksvíkingarnir vóru kortini kaldari og slóðu enn eitt steypagull norður
Flogbóltssamband Føroya
Menninir hjá Mjølni livdu upp til vónirnar, men Fleyr loypti eisini hvøkk á
28.04.2025 - 10:12

Ítróttahøllin Inni í Dal (Bónus-steypakappingin, finala)

Mjølnir - Fleyr, 3-2 (25-17, 25-18, 15-25, 23-25, 15-6)

Tað var ein gyltur dagur fyri Mjølnir, tá bæði kvinnu- og mansliðið hjá felagnum vunnu steypafinalurnar, sum vóru í ítróttarhøllini Inni í Dal í Sandoynni í gjár.

Hjá monnum var Mjølnir favorittur ímóti Fleyr, sum eitt sindur óvæntað hevði sent SÍ úr steypakappingini í hálvfinalunum. Tað livdu norðingarnir upp til, men fimm sett skuldu kortini til. 

Mjølnir vann tvey tey fyrstu trygt, men Fleyr svaraði aftur við at vinna 3. og 4. sett og javna. Í javnbrótaranum var tó eingin ivi: Mjølnir vann 15-6, og tryggjaði felagnum annað steypagullið á degnum.

Hetta vóru síðstu dystirnir í heimligum flogbólti í ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502