Nýggjur føroyskur filmur verður vístur í 40 donskum biografum

Nýggjur føroyskur filmur verður vístur í 40 donskum biografum
Filmurin "Seinasta paradís á jørð" verður vístur í 40 donskum biografinum fyrst í mai.
11.04.2025 - 19:22

Í gjár varð filmurin "Seinasta paradís á jørð" frumsýndur í Havnar Bio. Tað er Sakaris Stórá, ið hevur leikstjórnað, sum vit kenna frá "Dreymar við havið". Filmurin er helst tann fyrsti, sum verður vístur í so nógvum filmhúsum uttanlands. Jón Hammer, framleiðari, sigur at talið kann vaksa, men 40 biografar verða tað heilt vist.

"Seinasta paradís á jørð" er ein rørandi uppliving, ein løtumynd av einum heimi í broyting. Filmurin samantvinnar søguna, um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, tí unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm).
Í filminum roynir Kári, at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann. Filmurin gongur fyri seg í eini broytingartíð, har færri og færri velja at vera búgvandi á smáplássunum. Men Kári er heimkærur. Hann trívist í tí einfalda lívinum í bygdini. Hann og systirin Silja syrgja í tøgn um mammuna, ið tey hava mist. Kári finnur troyst í arbeiðinum á flakavirkinum, meðan Silja stríðist við at megna skúlagongdina. Samstundis, sum pápi teirra (Hans Tórgarð) ikki megnar gerandisdagin í heiminum, og rýmir til skips og til tryggu og kendu karmarnar umborð. Men flakavirkið er hótt av at verða stongt, og við tí verður tilverugrundarlagið í bygdini broytt.

 - Bio.fo

Filmurin verður sýndur í biografinum og verður at síggja í biografum í Danmark frá 1. mai.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. februar
Morgunlestur týsdagur 17.februar 2026
204088
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Mánadag 16. februar
Morgunlestur mánadagur 16.februar 2026
204087
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223