Fótbóltskvinnurnar: Fara eftir øllum ímóti Gibraltar

Fótbóltskvinnurnar: Fara eftir øllum ímóti Gibraltar
Føroysku fótbóltskvinnurnar fara eftir triðja sigrinum á rað, tá Gibraltar vitjar á Tórsvølli í 4. umfari í Nations League
08.04.2025 - 09:32

Bestu føroysku fótbóltskvinnurnar fara eftir sínum triðja sigri á rað, tá tá Gibraltar vitjar á Tórsvølli í 4. umfari í Nations League.

Tær hava góða orsøk til at vera bjartskygdar. Eftir tapið fyri Slovakia í 1. umfari vunnu Føroyar á Gibraltar úti, og síðsta fríggjadag komu uppaftur trý stig til høldar í 2-0 sigri á Moldova.

 - Eg vóni, at dysturin (ímóti Gibraltar, red.) líkist meira honum ímóti Moldova enn tí fyrra ímóti Gibraltar. Tað vil siga, at vit framvegis eru dugnaligar á bóltinum og spæla, har tað er pláss, sigur landsliðsvenjarin Pætur Smith Clementsen.

 

Ágangandi trýst gevur møguleikar

Gibraltar hevur ein ágangandi spælistíl og í mun til Moldova leggur mótstøðuliðið týsdagin trýst á longur frammi á vøllinum.

 - Um vit kunnu seta skjótt í gongd, og tær ikki eru hundrað prosent klárar í sínum trýsti, kunnu vit spæla okkum ígjøgnum tað, men verða vit eitt sindur kroystar og eitt sindur trýstar, er ætlanin eisini at leggja bóltin uppum og spæla har frá, sigur miðvallarin Eyðvør Klakstein. 

Pætur Smith Clementsen leggur afturat at ágangandi trýstið hjá Gibraltar kann gerast ein fyrimunur, um tað eydnast at spæla effektivt "ein ímóti einari" spæl longur frammi á vøllinum.

Vinna Føroyar á Gibraltar hava tær níggju stig fyri fýra dystir og eru mest sannlíkt nummar tvey aftanfyri Slovakia áðrenn tveir teir seinastu dystirnar. 

 - Tað er ein óvand støða at vera so væl við í bólkinum upp i í toppinum, men tað taka vit við. Vit eru øgiliga spentar og vóna at fáa trý stig í morgin, og so verður tað ordiliga spennandi áðrenn síðsta umfar í Nations League, sum verður í mai/juni, sigur Eyðvør Klakstein.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337