Eyðun Klakstein: Vit hildu, at tað var við at vera har

Eyðun Klakstein: Vit hildu, at tað var við at vera har
- Tað stóð eitt sindur á í seinna hálvleiki, men vit hildu, at tað var við at vera har, men so kiksaði tað, segði landsliðsvenjarin eftir beiska ósigurin fyri Montenegro
25.03.2025 - 22:16

 - Hetta var ótrúliga spell. Góður innsatsur, vit stríddust væl. Tað stóð eitt sindur á í seinna hálvleiki, men vit hildu, at tað var við at vera har, men so kiksaði tað.

Tað segði ein vónbrotin Eyðun Klakstein eftir at hann hevði sæð Edvin Kuc skjóta sigursmálið fyri Montenegro við seinasta sparkinum HM-undankappingardystinum á Niksic City Stadion.

Alt bendi á, at Føroyar fóru at fáa javnleikin og sítt fyrsta stig í kappingini, men tá fimm sekund vóru eftir, eydnaðist heimaliðnum at lyfta ein høgan bólt inn í føroyska brotsteigin. 

 - Vit ruddaðu alt, men so var ein støða, har tað bleiv aftur og fram, og so fall hann til ein av teirra, og tað kann hann sjálvandi gera, viðgekk landsliðsvenjarin.

Føroyar spældu ein góðan fyrra hálvleik, har liðið helt upp á bóltin í løtum og spældi seg til onkrar málroyndir. Eftir steðgin eydnaðist hetta ikki í líka stóran mun, og sum seinni hálvleikur leið snúði tað seg alsamt meir um at verja egið mál.

 - Vit høvdu gjarna vilja hótt eitt sindur meir í seinna hálvleiki. Lopið eitt sindur meir á, fingið okkurt kontra afturat. Vit høvdu okkurt upptrekk, men lukkaðust ikki ordiliga við tí, segði Eyðun Klakstein.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313