Mál í síðstu løtu bøtti um HM-kjansin

Mál í síðstu løtu bøtti um HM-kjansin
Málið, sum Pernille Brandenborg skoraði í síðstu løtu ímóti Danmark, tryggjaði Føroyum eitt lættari HM-lutakast. HSF-stjórin, Andrass Thomsen, var gestur í Degi og Viku
06.12.2024 - 10:54

Bert fimm sekund vóru eftir á klokkuni, tá Pernille Brandenborg kastaði bóltin av miðjuni og í málið í síðsta EM-dystinum hjá Føroyum, sum var ímóti Danmark týsdagin.

Seinni um kvøldið, tá úrslitið millum Sveis og Kroatia var greitt, vísti tað seg, at Føroyar og Kroatia høvdu eins nógv stig, eins málúrtøku, men at Føroyar hevði skotið eitt mál meir enn kroatar.

 

Hetta tryggjaði føroysku hondbóltskvinnunum pláss í hægra styrkibólkinum, tá lutakastið til HM playoff-dystirnar verður sunnudagin 15. desember.

Hetta merkir, at Føroyar hava betri kjans at fáa lættari lutakast - á pappírinum, segði stjórin í Hondbóltssambandi Føroya, Andrass Thomsen, í Degi og Viku hóskvøldið.

 

Mótstøðuliðini

Dystirnir um pláss í HM-endaspælinum, sum verður í Hollandi og Týsklandi í november og desember næsta ár, eru á skránni 9. og 13. apríl. 

Føroyar kunnu tá møta eitt av hesum liðunum:

Serbia
Kroatia
Norðurmakedonia
Ukraina
Slovakia
Portugal
Turkaland
Ísrael
Kosovo
Litava
Italia.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337