Hás foreldur í Basel: - Tú verður merktur av hýrinum

Hás foreldur í Basel: - Tú verður merktur av hýrinum
Røddirnar eru týðiliga merktar av rópi og skráli, men í dag verða tey aftur í "hvíta múrinum" í St. Jakobshalle, tá Føroyar bresta saman við Danmark í 3. bólkaumfarinum
03.12.2024 - 13:59

 - Um tú følir, at tað er nøl, so rópar tú, og tá tað er mál, rópar tú har. Følir tú, at okkurt er órættvíst, rópar tú har.

Røddirnar eru týðiliga merktar av rópi og skráli síðstu dagarnar, men í dag vera Súsanna 'Ussa' Hansen og Andreas F. Hansen - foreldrini hjá Súnu Krossteig Hansen - aftur partur av "hvíta múrinum" í St. Jakobshalle í Basel.

Tað vera Uni Arge og Hannis Wardum eisini. Teir eru í Sveis fyri at stuðla døtrunum, Turið Arge Samuelsen og Rakul Wardum, og eru væl nøgdir eftir javnleikin ímóti Kroatia.

 - Hetta her í Basel, og tá vit vóru í Berlin, hevur verið ein sovorðin ekstasa á fólki, sum eg eldrinn trúði, at eg sjálvur fór at verða partur av, sigur Uni Arge.

 - Tað ber illa til at lýsa. Tað er bara fantastiskt, leggur Hannis Wardum afturat.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343