EHF topp-fimm: Súna eigur eitt av bestu málunum

EHF topp-fimm: Súna eigur eitt av bestu málunum
Undirhondsskotið hjá Súnu Krossteig Hansen í søguliga javnleikinum ímóti Kroatia er kosið at vera eitt av fimm teimum bestu málunum á 4. EM-leikdegnum
02.12.2024 - 09:44

Dysturin ímóti Kroatia javnvigaði á eini knívsegg mestsum allan seinna hálvleiki, og tí kendist hvørt álop avgerandi.

Soleiðis var eisini, tá klokkan segði 40:14, og Súna Krossteig Hansen fekk bóltin á vinstra bakki. Bakspælarin úr Skanderborg gjørdi ikki mætari enn at senda eitt undirhondsskot í handaru stongina og inn til javnleik 13-13.

Hevði hepnið verið við Janu Mittún, Pernille Brandenborg ella Elsu Egholm eitt sindur seinni í dystinum, er ikki óhugsandi, at Føroyar vunnu dystin. Tær ferðirnar fór bólturin kortini á stongina og út.

Søguliga stigið kom kortini heim til Føroya, og Súna Krossteig Hansen fær eitt uppiborið pláss á topp-fimm listanum hjá EHF.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193457
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379