Súna: Tað var so skeg

Súna: Tað var so skeg
Hýrurin í landsliðsleguni í Basel er í topp, og nú vilja spælararnir njóta dystin ímóti Danmark við góðum hondbólti og einum smíli. - Vit kunnu arga, heldur Súna K. Hansen
02.12.2024 - 17:21

Hýrurin í føroyska hópinum er sera góður eftir javnleikin ímóti Kroatia í gjár. 

Tað staðfestir Súna Krossteig Hansen.

 - Vit hava tosað ræðuliga nógv um dystin í gjár. Tað var øgiliga stuttligt at spæla. Tað var stórt at uppliva, og kenslan er góð í dag, og tað var hon eisini í gjár. Vit eru bara øgiligi glaðar, sigur bakspælarin úr Skanderborg.

Føroysku kvinnurnar fingu stórfingna móttøku, tá tær møttu upp á fjepparatiltakið í Altes Kraftwerk á Lehenmattstrasse 353 í gjárkvøldið.

 - Tað var stórt. Tað var stuttligt at uppliva góða hýrin og hvussu fitt og errin øll eru, sum eru komin allan hendan vegin. Øll sungu so væl við, og Rúni Djurhuus var fantastiskur á DJ-pultinum og spældi sigursferð. Tað var so skeg, sigur Súna Krossteig Hansen.

 

Stór uppgáva bíðar

Venjingin hjá Føroyum, sum skuldi vera í dag, var avlýst; helst tí spælararnir høvdu størri tørv á hvíld enn hondbólti. Í morgin bíðar Danmark.

 - Vit fara inn við sjálvsáliti. Vit hava fingið eitt stig. Vit eru ikki líka nervøsar, sum vit vóru til tann fyrsta dystin, tí nú kenna við umstøðurnar og er meir í løtuni, enn vit vóru í fyrstani, sigur Súna Krossteig Hansen.

 - So vit fara inn til ein dyst við stórum smíli, vit fara inn fyri at spæla góðan hondbólti, hava tað skeg og njóta hvørja løtu. Vit fara ongantíð inn fyri at tapa, men Danmark er sterkasta liðið í okkara bólki, so tað verður ein strævin dystur, tí tær eru góðar. Tað er eitt topplið vit møta, spælarar í heimsflokki, men vit kunnu arga.

Dysturin í morgin er klokkan 17:00. Kringvarpið byrjar at senda í sjónvarpinum klokkan 16:15.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208

Annað frá KVF