Rørd og errin Turið

Rørd og errin Turið
Turið Arge Samuelsen fekk ikki hildið tárunum aftur eftir søguliga EM-stigið ímóti Kroatia. - Eg hevði ikki ímynda mær, at vit fóru at vera her og fáa stig, segði vongurin
01.12.2024 - 16:45

Turið Arge Samuelsen fekk ikki hildið tárunum aftur eftir søguliga javnleikin ímóti Kroatia, sum tryggjaði føroysku hondbóltskvinnunum sítt fyrsta EM-stig.

 - Tað, at vit standa her í dag, er prógv upp á, at eru tað bert nøkur fá fólk, sum trúgva upp á, at mann kann koma langt, so kemur mann ótrúliga langt segði Turið Arge Samuelsen, sum skeyt fimm av teimum 17 málunum, sum Føroyar fingu í dag.

 - Eg hevði ongantíð ímynda mær, at vit yvirhøvur fóru at vera her og so at fáa stig, segði royndi vongurin.

Føroyar stríddust allan dystin á tamb og hingu í nógv royndara kroatiska liðnum. Tað gekk kortini illa at koma framum, og ta einu løtuna, tá tað var javnleikur, fóru trý skot ein stengurnar.

Tí kundi tað í roynd og veru verið upp aftur betri, men tað hugsaðu føroyingarnir ikki um, tá síðsta bríksl ljóðaði og søguliga stigið var tryggjað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519