Dagsins leikari: Verjan er avgerðandi

Dagsins leikari: Verjan er avgerðandi
Annika Fríðheim Petersen mestsum stongdi føroyska málið í javnleikinum ímóti Kroatia og varð 'dagsins leikari'. - Vit vísa EM-stig í dag, segði hon
01.12.2024 - 16:49

Um Rakul Wardum fór við yvirskriftunum ímóti Sveis, fekk Annika Fríðheim Petersen væl og virðiliga uppiborið rós fyri framúr avrikið í søguliga EM-javnleikinum ímóti Kroatia.

Málverjin tók 17 av 31 skotum - eitt bjargingarprosent upp á heili 54.84 - og átti ivaleyst størsta heiðurin fyri fyrsta stigið hjá føroysku kvinnunum í einum endaspælið. 

 - Vit vildu spæla á EM-stigi, og tað haldi eg heilt sikkurt, at vit gjørdu í dag, segði høvuðspersónurin sjálvur eftir dystin.

Hvat er tað, sum riggar so væl?

 - Hundrað prosent verjan. Vit halda okkum til tær avtalurnar, og eg fái skotini, har eg vil. Og so var tað viljin. Vit berjast fyri hvørji aðrari, og eingin kroatur sleppur lætt ígjøgnum, sjálvt um tær eru sterkari enn vit. Tað er stuttligt, tá ein kroatur liggur niðri, og tríggir føroyingar standa uppiyvir henni, segði Annika Fríðheim Petersen. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313