Seinast ímóti Sveis: Taptu við átta í Minsk

Seinast ímóti Sveis: Taptu við átta í Minsk
Tá Føroyar spældu HM-undankapping í Hvítarusslandi í mars í 2021, møttu tær Sveis. Úrslitið var greitt tap: 26-18 til dagsins mótstøðulið
29.11.2024 - 09:01

Fleiri av teimum, sum skulu umboða Føroyar í fyrsta EM-dystinum í dag, vóru við, tá Sveis var mótstøðulið í HM-undankapping í Hvítarusslandi í 2021.

Ta ferðina taptu Føroyar greitt 26-18, men Marita Mortesen, Pernille Brandenborg og Bjarta O. Johansen vóru millum málskjúttarnar. Eisini vóru Annika Fríðheim Petersen og Lív S. Poulsen í hópinum.

Føroyar og Sveis spæla aftur klokkan 17:00 seinnapartin. Kringvarpið sendir frá klokkan 16:15.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Nýggjastu sendingar í SV