Venjarin: Vit spæla alt ov illa fyri steðgin

Venjarin: Vit spæla alt ov illa fyri steðgin
Claus Mogensen var glaður fyri, at føroysku hondbóltskvinnurnar reistu seg í seinna hálvleiki, men staðfesti, at fyri steðgin var spælið alt ov merkt av nervum
29.11.2024 - 19:07

Claus Mogensen rósti føroysku spælarunum fyri, at tær reistu seg og mundu spælt seg til stig, í trímálstapinum fyri Sveis í fyrsta EM-dystinum yvirhøvur.

Dysturin endaði við 28-25 ósigri, og venjarin mátti staðfesta, at avrikið fyri steðgin var langt frá nóg gott og alt ov merkt av nervum.

 - Vit spæla alt ov illa í álopinum fyri steðgin, segði Claus Mogensen.

 - Síðan spæla vit sera væl síðstu 20 minuttirnar, og eru nær við at spæla okkum inn aftur í dystin, og tað var spell, at vit ikki hava meir minuttir á tí stignum, segði venjarin.

 

Merkt av stóra pallinum

Føroyska liðið hevur ikki spælt í endaspælið fyrr, og tað kom ov tíðiliga til sjóndar í fyrra hálvleiki, sum Føroyar taptu 13-7.

 - Eg haldi, tað var stóri pallurin. Nervarnir gjørdu í so nógv um seg til at vit fingu hugsavna okkum um tað rætta. Kenslurnar stýrdu, og vit gera nógv, sum vit annars ikki plaga, segði Claus Mogensen.

 

Komu væl aftur

Venjarin rósti kortini føroysku spælarunum, sum vunnu seinni hálvleiki 18-15 og eina lítla løtu bert vóru aftanfyri við einum málið. 

 - Tað var flott at koma aftur upp á handan mátan. Og eg eri sera fegin um, at vit fáa víst, hvussu vit kunnu spæla í hasar 20 minuttirnar, segði Claus Mogensen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF