Venjarin hjá Sveis: Væntar javnan dyst

Venjarin hjá Sveis: Væntar javnan dyst
- Tað verður tætt og javnt. Tað sigur norski venjarin hjá Sveis, Knut Ove Joa, undan dystinum millum Føroyar og vertstjóðina í Basel í morgin
28.11.2024 - 13:35

Norski venjarin hjá Sveis væntar sær ein harðan og javnan dyst ímóti Føroyum í St. Jakobshalle í morgin. 

Talan er um fyrsta EM-dystin hjá Føroyum yvirhøvur - ein risastór avbjóðing - men fyri Sveis er trýstið eisini stórt. Skulu vertirnir víðari, verður allarhelst neyðugt at vinna frammanfyri teimum 7000 viðhaldsfólkunum í Basel í morgin.

 - Tað verður tætt og javnt, sigur Knut Ove Joa.

 - Vit hava fyrireikað okkum upp á, at vit fáa tríggjar dystir í EM - kanska fleiri, um vit eru nóg dugnalig. Vit leggja okkum eftir einum góðum avriki ímóti Føroyum í morgin, sigur norðmaðurin, sum mátti gevast sum hondbóltsspælari sum 25 ára gamal.

 

Hava fyrireika seg upp á dystin

Knut Ove Joa sigur, at tey í heimaleguni hava lisið væl upp á og vita, hvat tey kunnu rokna við frá Føroyum í morgin.

 - Vit vænta, at tær koma við nógvari ferð. Vit vænta, at tær fara at stríðast hart við hjartanum uttan á blusuni, og so hava tær fleiri góðar einstaklingar á liðnum, sigur Knut Ove Joa.

Hjá Sveis er kollektivið stóra stjørnan, vil norski venjarin vera við. 

 - Vit hava fleiri ungar, góðar og svangar spælarar, sum eru á veg fram. Men vit hava eisini breidd og royndir, sigur venjarin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208

Annað frá KVF