Til Sveis við góðum treysti

Til Sveis við góðum treysti
Í føroysku leguni høvdu tey vilja havt minst ein sigur at flúgva til Sveis upp á, men nógv gott var at síggja í dystunum ímóti Svøríki, og tað skal við í EM-kuffertið
25.11.2024 - 21:02

Føroyingar taptu tepurt í báðum venjingardystunum ímóti Svøríki B, og tað vóru spælarar og venjarin ikki nøgd við.

Kortini var nógv gott at síggja bæði í Klaksvík fríggjakvøldið og á Skála leygardagin, og tað skal pakkast niður í EM-kuffertið, nú leiðin gongur til Basel í Sveis.

Nýggja 5-1 verjan stóð væl, og kontraspælið riggaði eisini í løtum. Hinvegin vóru avrikini heldur ójøvn, og løturnar, tá Føroyar ikki skoraðu, vórðu ov langar. 

Landsliðið ferðast til Sveis mikumorgunin, og fríggjadagin spæla tær sín fyrsta EM-dyst yvirhøvur, tá Sveis tekur ímóti í St. Jakobshalle.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458