Landið vil ikki blanda seg upp í dálkingina frá cruise-vinnuni

Landið vil ikki blanda seg upp í dálkingina frá cruise-vinnuni
Landsmyndugleikarnir fara ikki at blanda seg í dálkingina frá cruise-vinnuni. Tað er upp til kommunurnar at finna út av, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
19.11.2024 - 19:25

At cruise-skipini dálka vita øll. Og tey dálka øgiliga illa, tá tey í fólkatali viðhvørt rúma túsunstals ferðafólk og hava sama útlát, sum ein meðalstórur býur.

Hetta hevur fingið komandi borgarstjóran í Havn, Elsu Berg, at siga, at hon ynskir at seta í verk tálmandi tiltøk og á tann hátt avmarka talið av cruise-skipum í Havn.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, sigur seg fegnan taka ímóti øllum tí, sum Havnin havnar.

Og Margit Stóra, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, ætlar sær einki at gera. 

Margit Stóra er heldur ikki av tí fatan, at landið skal taka nøkur stig at fáa kommunurnar at ganga nøkunlunda í takt. Landið blandar seg snøgt sagt uttanum.

Talið av cruise-skipum veksur alsamt. Taka vit bara Havnina, so komu cruise skip 46 ferðir inn á Havnina. Komandi ár eru fráboðaðar 52 komur higartil. Um skipini er fullsett svarar tað til 36.755 ferðafólk og eina manning sum telur 18.469 fólk.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. november
RagnarRokk 6.november 2025
198923
Hósdag 6. november
RagnarRokk: Thobbe Englund um Legends
198757
Hósdag 6. november
RagnarRokk: Lauri Ylönen um Weirdo
198756
Hósdag 6. november
Nýtt ljóð
199569
Hósdag 6. november
Breddin: At rúsa seg við sproytu
199544
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506
Hósdag 6. november
Veðrið
199573
Mikudag 5. november
Tá var kellingin góð
199526
Mikudag 5. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 1:2
145662