Odmar Færø: Hava vent gongdini

Odmar Færø: Hava vent gongdini
Odmar Færø var vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at fáa stig í Skopje, men heldur kortini, at fótbóltsmenninir hava fingið vent gongdini og kunnu síggja fram til næsta ár
17.11.2024 - 17:17

Mistøk í avgerandi løtum frammanfyri málini bæði vóru dýr hjá føroysku fótbóltsmonnunum í Nations League-dystinum ímóti Norðurmakedónia í Skopje. 

Tað viðgekk miðverjin, Odmar Færø, sum iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa stigið, sum hevði havt uppflytingardyst við sær. Tað plássið fór í staðin til Armenia, sum vann 2-1 á Lettlandi.

Hann gleddist kortini um, at Føroyar hava vent gongdini hesar báðar seinastu dystirnar undir Eyðuni Klakstein.

Hvat kunnu tit brúka hesar báðar dystirnar til frameftir?

 - Nógv, heilt sikkurt. Eg haldi, at vit hava fingið vent gondini tí keðiligu gongdini, sum kanska var frammanundan, segði Odmar Færø, sum spældi ein góðan dyst í føroysku miðverjuni.

 - Okkurt, sum hevur verið øðrvísi í hesi samlingini, hevur gjørt mun, og nú hava vit líkasum fingið vent tí. Hetta kemur væl við, og nú varðveittu vit eisini sessin í hesum bólkinum, so vit kunnu síggja fram til góðar tíðir. Tað ivist eg ikki í.

Tú ert ikki liðugur at spæla landsliðsfótbólt?

 - Nei! 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519