Meinhard Olsen: Kvalitetur á muni

Meinhard Olsen: Kvalitetur á muni
- Teir bestu spælararnir klára at skava bóltin inn um linjuna, og tað klára vit ikki í dag, segði Meinhard Olsen eftir tepra tapið fyri Norðurmakedónia í Skopje
17.11.2024 - 17:06

Munurin var lítil, helt Meinhard Olsen, sum iðraði seg um 1-0 tapið fyri Norðurmakedónia, sum gjørdi, at uppflytingardysturin til deild B glapp Føroyum av hendi.

 - Tað er kvalitetur. Tað er tað bara. Tú ert troyttur og pulsurin er høgur, og teir bestu spælararnir klára at skava bóltin inn um linjuna, og tað klára vit ikki í dag, og tað er kanska tí, at teir hava 16 stig og vit hava seks stig, segði Meinhard Olsen.

Føroyar spældu seg til fleiri kjansir í mun til sigurin ímóti Armenia hósdagin, men tað eydnaðist ikki at skora. Serliga mann Petur Knudsen iðra seg um, at hann ikki skeyt minst eitt mál upp á sínar møguleikar. Ikki minst tá hann fekk bóltin stutt frá málinum, men bert rakti luft.

Í staðin tók Bojan Miovski av, tá góður tími var spældur. Gunnar Vatnhamar rakti ikki bóltin, tá hann skuldi rudda burtur, og Føroyar megnaðu ongantíð at svara aftur.

 - Í fyrra hálvleiki hava vit fleiri fínar støður uttan at skapa teir stóru kjansirnar. Í seinni hálvleiki fáa vit skapt hasar tveir kjansirnar, sum vit vistu, fóru at koma, men vit klára bara ikki at skora, segði Meinhard Olsen.

Miðvallarin lat annars væl at innsatsinum og lagnum í hópinum, síðan Eyðun Klakstein og Atli Gregersen avloystu Håkan Ericson.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519