Eingin trygging til gamlar oljutangar

Eingin trygging til gamlar oljutangar
Oljutangar í húsum, eldri enn 1981, sum ikki eru góðkendir, skulu takast úr nýtslu á nýggjárinum. Tá tekur tryggingin ikki við, um skaðar standast frá hesum oljutangum
15.11.2024 - 12:20

Fólk sum hava gamlar oljutangar, sum verða ólógligir á nýggjárinum, kunnu koma illa fyri.

Um ein skaði stendst frá einum ólógligum oljutanga tekur tryggingin ikki við og tílíkir skaðar kosta ofta yvir eina hálva millión krónur. Tað sigur forstjórin í Betri Trygging, Ingunn Eirikisdóttir. 

Tað eru fólk sjálvi, sum hava  ábyrgd av og mugu eftirkanna, at teirra tangi er lógligur, sigur Kristina Samuelsen, advokatur. Hon vísur eisini á, at tað ber til at søkja um, at fáa longda freist at skifta oljutangan.

Sambært Umhvørvismálaráðnum eru ongar ætlanir um at broyta kunngerðina, sum sigur at oljutangar í húsum, eldri enn 1981, sum ikki eru góðkendir, skulu takast úr nýtslu á nýggjárinum. Málið er ikki viðgjørt, og eingin kommuna hevur heldur biðið um tað, sigur Hilmar Høgenni, deildarstjóri.

Her er leinkjan til Oljukunngerðina frá 2018: 

Kunngerð um at fyribyrgja dálking frá oljutangum

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519