Svimur fulla tíð í Danmark

Svimur fulla tíð í Danmark
16 ára gamli Líggjas Joensen er fluttur til Danmarkar saman við familjuni, har hann nú svimur fulla tíð við Aalborg Svømmeklub. Vit prátaðu við unglingin til FM á stuttgeil
11.11.2024 - 16:29

Líggjas Joensen kláraði fleiri HM-kravtíðir, tá hann gjørdist trífaldur DM-juniormeistari á stuttgeil fyri kortum.

Til føroyameistarastevnuna á stuttgeil í nýggja langhylinum í Havn um vikuskiftið, svam 16 ára gamli svimjarin eisini undir kravið á 400 metrum.

Sum um tað ikki var nóg mikið, gjørdi hann eisini eina roynd á 200 metrum.

 - Tað er mega deiligt at vita, at tú ert ein av teimum bestu í danska kongaríkinum, staðfesti Líggjas Joensen.

 - Hann er ótrúliga góður. Ein maður við báðum beinum á jørðini. Ótrúliga arbeiðssamur. Ungur, og so toppar hann eisini ranglistan í Evropa í sínum aldursbólki. Vit kunnu vænta okkum nógv av honum, segði Petur Heðin á Fløtti, sum hevur havt blaðunga svimjaran undir hond í Ægi, áðrenn hann flutti niður í august.

 

Svimur fulla tíð

í august flutti Líggjas Joensen til Danmarkar saman við familju síni, har hann og systurin venja við Aalborg Svømmeklub.

- Eg var liðugur við 9. flokk, og so vildi eg fegin prøva okkurt nýtt, og at fara til Aalborg ljóðaði gott, segði Líggjas Joensen. 

Nú nýtist honum ikki at hugsa um annað og kann brúka alla sína tíð og orku upp á at venja og kappast. Tað kemur svimjaranum til góðar.

Hvussu er at venja í Aalborg?

 - Tað er mega gott. Har eru altíð tveir ella tríggir venjarar á kantinum, og tú verður rættaður nógv, greiddi Líggjas Joensen frá.

Hvat heldur tú um, at hann er farin til Aalborg at venja?

 - Vanliga fara vit nokkso seint, kanska aftaná miðnám, men hann er so farin nú, og tað er øgiliga djarvt. Øll familjan er farin niður, og tað gongur væl, so enn er avgerðin røtt, segði Petur Heðin á Fløtti.

 

Siktar eftir OL 2028

Royndin at klára HM-kravtíðina á 200 metrum eydnast ikki, men so kann hann savna seg um longru teinarnar, tá hann ivaleyst verður tikin út til HM á stuttgeil, sum verður í Budapest 10. - 15. desember.

Stendur tað til blaðunga svimjaran, verða heimsmeistaraheitini ikki hægsta stigið, hann røkkir. 

 - Mítt næsta mál er at koma til OL í 2028.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519