- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lea skrivaði svimjisøgu
Lea Osberg Højsted setti nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing fríggjadagin. Leygardagin endurtók hon bragdið á 100 metrum, og tá 200 metrar vóru á skránni sunnudagin, fór hon eftir hattrikkinum.
Tað eydnaðist henni eisini við tíðini 2,33.17, og hon gjørdist sostatt fyrsti føroyski svimjarin, sum eigur øll trý metini í bringu á ávíkavist 50, 100 og 200 metrum bæði hjá juniorum og seniorum. Men Lea Osberg Højsted mátti geva alt, hon átti.
- Eg havi ræðuliga ilt í øllum kroppinum, og hann sigur bara stopp nú, so tað er gott, at hetta er liðugt, segði hon beint eftir 200 meturin sunnudagin.
- Eg væntaði ikki, at eg fór at klára tað, tí eg var so móð eftir 100 blanda, sum eg svam í áðni, men eg eri øgiliga nøgd við hasa tíðina. Hatta píndi, sum eg veit ikki hvat, men tað var alt vert tað, staðfesti Ægir-svimjarin.