EM-kvinnurnar: Stig í Sveis

EM-kvinnurnar: Stig í Sveis
Seinastu vikuna hevur kvinnulandsliðið verið savnað til venjingar í Føroyum. EM-endaspælið nærkast og vónirnir til eru góðar. Føroysku kvinnurnar vilja hava stig í Sveis
29.10.2024 - 10:35

Ferð er av álvara komin á EM-fyrireikingarnar hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við kvinnum.

Seinastu vikuna hevur hópurin verið í Føroyum til venjingar. 23 spælarar hava vant við hesa ferð, men um tvær vikur verður EM-hópurin, sum mest sannlíkt fer at telja 16, tikin út.

 - Vit skulu eftirmeta nú eftir hesa vikuna, og vita, um tað gevur meining at hava meir enn 16 við, sigur Claus Mogensen.

 

Mugu skora upp á skjót mótálop

Venjarin letur væl at føroyska verjuspælinum.

 - Tá vit standa í okkara sterkastu verjuuppstilling, kann okkara verjuspæl standa seg ímóti teimum flestu, sigur Claus Mogensen.

 - Og so verður tað sera týdningarmikið, at vit eru dugnalig í kontraspælinum, so vit fáa okkurt burturúr at vit dekka væl upp.

 - Vit vita, at vit verða noydd at berjast fyri okkara málum annars, tí vit hava nógvar gjøgnumbrotsspælarar og møta liðum, sum fara at verja hart og kompakt, sigur venjarin.

 

Stig í Sveis

Tað er akkurát ein mánaður til Føroyar bresta saman við vertstjóðini Sveis í Basel, og málið í føroysku leguni er greitt. Stig skulu á kontuna. Um ikki í tí dystinum, so í einum av hinum.

 - Vit skulu hava stig har niðri. Tað hevði verið stórt, sigur Claus Mogensen og strikuspælarin, Bjarta Osberg Johansen, tekur undir við venjaranum.

 - Tá vit spæla væl, eru vit somikið góðar, at vit kunnu taka nøkur stig, men tá mugu vit allar vera til reiðar og spæla upp til okkara besta, sigur hon.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076