- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jann Benjaminsen: Marginalarnir ímóti okkum
Jann Benjaminsen byrjaði inni á føroyska landsliðnum fyri fyrstu ferð í einum kappingardysti, og B36-bakkurin gjørdi ikki mætari enn at leggja Føroyar framum ímóti Armenia við góðum fluktara fyri steðgin.
- Eg skoraði eitt mál, og tað má mann sjálvandi vera stoltur av, men eg átti kanska at skorað eitt afturat, men málmaðurin bjargaði væl, segði Jann Benjaminsen, sum samstundis ásannaði, at hann ikki hevði spælt ein lýtaleysan dyst.
Armenia javnaði beint fyri steðgin, áðrenn Jóannes Bjartalíð sendi Føroyar á sigurskós, tá fimm minuttir vóru eftir at spæla. Men gleðin varð til vónbrot, tá armenar javnaðu tríggjar minuttir inni í yvirtíðini.
- Tað eru heilt einfalt marginalar (sum ikki eru við okkum, red.). Hann kemur í skinnabeinið hjá Gunnar og fer í stongina og í mál. Tað er óheppi, haldi eg, og tað eru marginalarnir, sum eru ímóti, segði Jann Benjaminsen.
Sunnudagin er avgerandi dystur í bólkinum, tá Lettland vitjar á Tórsvølli. Vónirnar eru góðar eftir minst góðkenda avrikið ímóti Armenia, samstundis sum Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson Olsen komu á vøllin. Samstundis økjast krøvini eisini.
- Vit fara heilt sikkurt eftir at fáa trý stig. Nú fara vit at eftirmeta hendan dystin og hyggja at tí, sum vit kunnu taka við og kunnu gera betri til sunnudagin, og so fara vit útaftur sunnudagin og royna at fáa trý stig heim, segði Jann Benjaminsen.