EM-kvinnurnar: Góð úrslit í Slovakia

EM-kvinnurnar: Góð úrslit í Slovakia
Bestu hondbóltskvinnurnarspældu tveir góðar venjingardystir ímóti Slovakia. Eitt tepurt tap og ein sannførandi sigur gjørdist úrtøkan, nú EM-endaspælið av álvara nærkast
30.09.2024 - 13:00

Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum spældi tveir góðar venjingardystir ímóti Slovakia um vikuskiftið.

Úrtøkan gjørdist eitt tepurt tap og ein sannførandi sigur, og tað gevur kvinnunum trúgv upp á, at tær kunnu standa seg ímóti sterku mótstøðuni, sum bíðar teimum, tá EM er á skránni um tveir mánaðir.

 - Nú eru vit ikki langt frá. Vit kunnu væl vera við har í EM, segði landsliðsvongurin, Rannvá Olsen.

Fríggjadagin taptu Føroyar 24-23, meðan føroysku kvinnurnar vunnu 30-23 dagin eftir.

Næsta uppgávan hjá Føroyum verður tveir venjingardystir móti Svøríki B, sum kemur til Føroya seinasta vikuskiftið í november. Bert eina viku undan sjálvum EM-endaspælinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Nýggjastu sendingar í SV