Ivast í koppsetingum

Ivast í koppsetingum
Alt fleiri velja koppseting frá ella gera sína egnu skrá, nær børn og ung verða koppsett. Ein er Sylvia Thomsen úr Klaksvík
05.09.2024 - 19:15

Færri og færri børn í Føroyum verða koppsett og heilsumyndugleikarnir rópa varskó.

Ein av teimum, sum er orsøkin til fallandi tølini, er Sylvia Thomsen úr Klaksvík. Hon sigur, at hon hevur álit á vísindini, og at koppsetingar sum útgangsstøði eru góðar. Men har eru fleiri "men".

Hon heldur ikki, at ætlanin, nær børn skulu koppsetast, er nóg góð, og hon ivast eisini stórliga í HPV-koppsetingini - í hesum føri hevur hon latið avgerðina upp til børnini sjálv.

Hon heldur eisini, at um avleiðingin er, at umfarssóttir taka seg upp, so ber til at koppseta seg seinni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238