Hallur Hansson: "Eg skyldi KÍ nógv"

Hallur Hansson: "Eg skyldi KÍ nógv"
"Vit skulu nokk koma víðari, hóast tað ikki verður í Champions League, tí vit hava sterkasta leikarahópin nakrantíð í Føroyum", sigur liðskiparin á føroyska landsliðnum
31.07.2024 - 13:30

Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Hallur Hansson, var aftur at síggja á vøllinum eftir langan skaðasteðg, tá hann bleiv skiftur inn í 56. minutti.

Men tað fyrsta, ið Hallur Hansson gjørdi á vøllinum, var at gera brotsspark. 

Royndi miðvallarin harmaðist um mistakið, sum førdi til brotssparkið, men hann fegnaðist eisini um sigurin, og at hann nú aftur kann spæla fótbólt og vera við til at hjálpa KÍ. 

"Eg havi verið í KÍ í eina tíð, men eg havi ikki spælt serliga nógv, so eg skyldi KÍ nógv. Hetta er eitt heilt fantastiskt felag, og tí fegnist eg um at kunna spæla aftur og gera mítt til at hjálpa felagnum við at røkka sínum málum," segði Hallur Hansson eftir dystin. 

Í kvøld verður avgjørt, hvat lið KÍ skal møta í royndini at vinna seg í Europa League-bólkaspælið, tá Borac Banja Luka úr Bosnia-Hersegovina og PAOK FC úr Grikkalandi møtast. Grikkar vunnu fyrra dystin á heimavøllin 3-2. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777
Týsdag 25. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Sunnudag 23. mars
Ein varði í lívi mínum
189664