Jana Mittún: Nú er lagið øgiliga gott

Jana Mittún: Nú er lagið øgiliga gott
Bestu føroyski spælarin ímóti Íslandi, Jana Mittún, ásannaði, at tær høvdu spælt ein "elendigan" dyst, men lagið batnaði munandi, tá EM-plássið kortini varð tryggjað
07.04.2024 - 19:44

 - Tað var ikki gott beint í áðni, men nú sigur Mark (Lausen Marcher, red.), at vit eru komnar víðari, so nú er tað øgiliga gott.

Jana Mittún tosaðu um lagið á føroysku landsliðsspælarunum, sum batnaði munandi, tá tað varð greitt, at EM-plássið varð tryggjað eftir tapið fyri Íslandi í Hafnarfirði.

Besti føroyski spælarin í 24-20 ósigrinum var ikki nøgd við avrikið.

 - Eg haldi, at vit spæla ein elendigan dyst. Vit eru ikki har, vit brenna ov illa og tað virkar, sum vit eru eitt sindur bangnar fyri at spæla, segði bakspælarin sum var toppskjútti við átta málum.

Føroyar byrjaðu væl, men Ísland vann seg framum í fyrra hálvleiki, og føroyingarnir fingu ongantíð spælið at koyra. Kortini eydnaðist at vinna seg til endaspælið, sum ein av fýra teimum bestu liðunum, sum endaði nummar trý í bólkaspælinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. juni
Video: 8mf, sundalagsstevna 2025
193299
Leygardag 14. juni
Video: 6mf kvinnur, sundalagsstevna 2025
193297
Fríggjadag 13. juni
Veðrið
193263