- Vit eru ernar í kvøld

- Vit eru ernar í kvøld
Nógv riggaði væl í dystinum ímóti Svøríki, helt verjuskansin Brynja Høj, sum hevur góðar vónir til avgerandi dystin á útivølli ímóti Íslandi sunnudagin
03.04.2024 - 22:33

 - Vit eru ernar í kvøld.

Tað segði Brynja Høj eftir at bestu føroysku hondbóltskvinnurnar høvdu tapt við fýra málum ímóti Svøríki, sum telist millum heimsins sterkastu lið í løtuni.

Neistakvinnan spældi ein branddyst í føroysku verjuni undir liðini á millum annað Pernille Brandenborg, og tí sluppu sviar ongantíð undan Føroyum.

 - Vit fluttu okkum væl, standa væl saman og hjálpa hvørji aðrari. Eg eri ordiliga glað fyri okkara verju í dag, segði Brynja Høj, sum eisini rósti føroyska álopsspælinum, har bakketan við Janu Mittún, Súnu Krossteig Hansen og Elsu Egholm mestsum allan dystin megnaði at spæla seg til kjansir.

Hóast einki stig kom burturúr, gevur góða úrslitið gott mót til avgerandi dystin ímóti Íslandi sunnudagin.

 - Hetta gevur sjálválit. Nú eru vit alvorliga motiveraðar og gleða okkum til sunnudagin, segði Brynja Høj.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337