Fleyr vann á SÍ eftir gýsara

Fleyr vann á SÍ eftir gýsara
Liðini skiftust um at vinna settini, men tá javnbrótarin kom, var Fleyr stinnari og kaldari og vann seg í steypafinaluna
11.02.2024 - 20:26

SÍ kann ikki longur endurvinna steypakappingina hjá kvinnum.

Tapandi liðið í finaluni í fjør, Fleyr, helt høvdið kalt eftir maratondyst í hálvfinaluni og avgjørdi eftir javnbrótara.

Havnarliðið vann fyrsta sett, men síðan skiftust liðini, áðrenn 15-12 sigur til Fleyr í javnbrótaranum. 

Fleyr skal nú spæla ímóti Drátti í finaluni. Vágaliðið hevur bert tapt ein dyst í ár, men tað var ímóti júst Fleyr, sum tískil man hava finaludystarætlanina tilreiðar.

SÍ - Fleyr 2-3 (22-25, 25-17, 21-25, 25-21, 12-15)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076