Stórfingin føroyskur heimildarfilmur frumsýndur á CPH:DOX

Stórfingin føroyskur heimildarfilmur frumsýndur á CPH:DOX
Nýggi heimildarfilurin HEARTLIST um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir verður frumsýndur á CPH:DOX 19. mars, har filmurin kappast í bólkinum Nordic:Dox Award
25.02.2023 - 13:57

HEARTLIST kallast stórsligin føroyski heimildarfilmur um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir. 

Filmurin er ein estetisk og nútímans lýsing av eini spennandi listakvinnu, sum virkar á Eiði, men sýnir fram kring allan heim og altíð arbeiðir málrættað við málningalistini.

Men hvør er kvinnan handan verkini? 

Filmurin tekur støðið í Sigrun sum persóni og listafólki. Eru líkleikar og mótsetningar millum persónligheitina og einstøku listaverkini?

 

Føroysk framleiðsla

Tað eru Mariannu Mørkøre og Beintu á Torkilsheyggi, ið hava leikstjórnað filminum. 

Rógvi Per Rasmussen var myndamaður, og Ólavur Jákupsson gjørdi tónleikin og ljóðmyndina.

Marianna Mørkøre klipti filmin, og animatiónirnar gjørdi bretska Katy Beveridge.

Rógviper og Kykmyndir hava í felag framleitt filmin, ið er stuðlaður av "Norddok - Filmar um Grønland, Føroyar og Danmark", umframt av Mentamálaráðnum, Eiðis kommunu, Betri og er framleiddur í samstarvi við Kringvarp Føroya.

 

Frumsýndur í Føroyum 5. apríl

Filmurin fær heimsfrumsýning á viðurkenda filmsfestivalinum CPH:DOX í Keypmannahavn tann 19. mars. Filmurin kappast í bólkinum Nordic:Dox Award, ið hevur sjóneykuna á filmar úr Norðurlondum.

Í Føroyum verður filmurin frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio tann 5.apríl, har samrøða og spurningar verða til leikstjórarnar og høvuðspersónin aftaná sýningina.

Eisini verður filmurin sýndur í Løkshøl tann 11.apríl, og í Salti tann 12.apríl.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391