VIDEO: Barnadokumentarur viðger fyribrigdið mat

VIDEO: Barnadokumentarur viðger fyribrigdið mat
Natasja og Palli kanna og spyrja serfrøðingar og ein landsstýrismann um allan matin, sum er í Føroyum.
Mathias Dimon Næs
Í handlunum í Føroyum verða yvir 8000 vørur seldar
05.05.2022 - 13:42

"Aftur mett í dag" kallast føroyskur barnadokumentarur, ið verður sendur í annaðkvøld klokkan 18.30, sum viðger fyribrigdið mat. 

Natasja og Palli kanna og spyrja serfrøðingar og ein landsstýrismann um allan matin, sum er í Føroyum. M.a. hvussu nógv hvør føroyingur etur um vikuna, og hvat keypa vit mest av. Og hvat av hesum er gott at eta?

Í Føroyum er ov mikið av mati, og eingin gongur svangur. Men visti tú, at í teimum stóru handlunum eru umleið 8000 ymiskar matvørur at velja ímillum?

Føroyar eru ein matframleiðandi tjóð, tað vil siga, vit framleiða eina rúgvu av mati, tí vit fiska nógvan fisk, og so býta vit um. Tí vit eta nevniliga ikki bara føroyskan mat.

Hygg bara í handlunum, vit innflyta alt møguligt, bæði kjøt og epli og frukt og grønmeti, og eisini slíkt, sum longu er í Føroyum. Seyðakjøt og enntá vatn. 

Er forrestin loyvt at innflyta alt?

Lagt til rættis hava Páll Danielsen og Mathias Dimon Næs.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. november
Ættirnar syngja og suða
199995
Sunnudag 16. november
Bolero
199991
Sunnudag 16. november
Gudstænasta í Vesturkirkjuni
199990
Leygardag 15. november
Vikugesturin: Verðinsmaður á Oyrareingjum
199978
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. november
Úr savninum: Tey settu búgv 2:3
199955
Leygardag 15. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199972
Fríggjadag 14. november
Veðrið
199942
Fríggjadag 14. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199910
Hósdag 13. november
Veðrið
199872