VIDEO: Fjórða hvørt føroyska barn hevur valt enskt til sítt fyrsta mál

VIDEO: Fjórða hvørt føroyska barn hevur valt enskt til sítt fyrsta mál
30 prosent av føroyskum børnum tosa enskt sínámillum, og fyri fjórða hvørt barn í fólkaskúlanum er føroyskt eitt fremmanda mál, tí enskt er teirra fyrsta mál, sigur lærari
Pálin Olsen, lærari, tvíhelt um, at 25 til 30 prosent av skúlabørnunum í miðdeildini tosa enskt sínámillum
28.04.2022 - 20:30

Ísambandi við Mentanarvikuna í Runavík, so var føroyska málið sett á breddan. 

Tiltakið "Vit eru málið" royndi at varpa ljós á og spurt var um týdningin, sum málið hevur fyri okkara samleika.

Skipað var fyri pallborðsfundi, og á pallborðsfundinum luttók Pálin Olsen, lærari. 

Pálin Olsen legði ikki fingrarnar ímillum, men staðfesti, at millum børnini í miðdeildini og niðureftir tosa 25 til 30 prosent enskt sínámillum. 

"Fjórða hvørt barn hevur valt sær enskt sum fyrsta mál. Hjá hesum børnum er føroyskt eitt fremmant mál, ið tey skulu læra," staðfestir royndi lærarin. 

Pálin Olsen

Frítekst tagging: 

 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512