Hulda Meliora skúgvaði allan iva til viks

Hulda Meliora skúgvaði allan iva til viks
Munurin var lítil millum kvinnuliðini hjá Havnar Fimleikafelag, men tá tað kom til stykkis, vann Hulda Meliora greitt á Huldu og tók steypið
08.03.2021 - 16:33

Hulda Meliora vann eisini 2. steypakappingina í estetiskum fimleiki, sum var í Bylgjuni um vikuskiftið. 

Spenningurin var stórur undan kappingini, tí munurin millum Huldu Meliora og Huldu - bæði úr Havnar Fimleikafelag - var sera lítil í fyrru steypakappingini fyri einum mánaði síðan.

Men Hulda Meliora, sum er mannað við eitt sindur royndari fimleikarum, gjørdi bart, og vann aftur hesaferð. 

 - Vit væntaðu í roynd og veru, at tað fór at vera rættiliga javnt, so vit eru sera glaðar fyri sigurin, sigur Ásvør Lognberg, venjari hjá Huldu Meliora.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363