Listasavnarar ónøgdir við MVG á innflutta list

Listasavnarar ónøgdir við MVG á innflutta list
Tað er órímiligt at krevja MVG á innflutta føroyska list, sum annars er MVG-frí, heldur listasavnari. Landsstýriskvinnan livar at kanna málið.
23.03.2018 - 20:20

Keypir tú ein málning beinleiðis frá einum listafólki í Føroyum, so er tað uttan MVG.

Men keypir tú sama málning frá sama listafólki - ella á eini uppboðssølu - í útlandinum, so leggur landið 25 prosent omaná kostnaðin, tá málningurin kemur aftur til landið.

Tað er órímiligt, heldur Regin W. Dalsgaard, sum savnar list.

Hann heldur, at landið átti at havt ein áhuga í at fáa føroyska list heimaftur.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum skilir væl sjónarmiðið. Hon vil treyðugt úthola MVG-lógina, men lovar at seta embætisfólk at kanna málið.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241