Deyðsmaskan hjá Napoleon flytast til Vágs

Deyðsmaskan hjá Napoleon flytast til Vágs
Savnið hjá Peturi Nolsø, ið hevur millum annað knívar, málningar og lutir hjá Nólsoyar Páll og Napoleon, skal skjótt flytast til Vágs.
02.03.2018 - 20:30

Bóndagarðurin hjá handilsmanninum Peturi Nolsø á Ternuryggi í Havn er forkunnuður.

Millum eksotiskar fuglar og dunnur liggur ein kovboybarr og eitt gamalt fjós, sum er umbygt til privat listasavn.

Har goymir vágbingurin millum annað 200 knívar, málningar fyri í alt 8 milliónir, privatar ognir hjá Nólsoyar Pálli og lutir eftir Napoleon Bonaparte.

Men skjótt skal savnið flytast.

Petur Nolsø hevur fingið eina millón í stuðli frá Betri-samtakinum, og fær eina millión afturat, so fer hann at umvæla húsini í Vági til eitt savn.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV