- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mono
Hesuferð verður tað einamest tann progressivi tónleikurin ið sleppur frammat, og her byrjar ættargranskingin vesturi í Vágunum.
Oddamaðurin í Íslendska tónleikabólkinum Óðmenn, Jóhann G Jóhannson var av føroyskari ætt.
Av persónligum áðum, valdi Jana Ellefsen í 1920 at flyta til Íslands. Lagnan vildi tað so, at tá Jana hevði starvast í Íslandi eina tíð, hitti hon útgerðarmannin ið hon giftist við, Guðmundur Helga Ólavsson. Tilsamans áttu tey fimm børn og fleiri eftirkomarar blivu tónleikarar
Jóhann Georg Jóhannson, vanliga nevndur Jóhann G varð borin í heim í 1947 og tað var í uttaru Njarðvík at hann koma at vaksa upp. Tað var í skúlatíðini hansara yrkisleið sum tónleikari tók skap. Hann bleiv listamaður burtur av, ein sannur fjøllistamaður
Í 1966 byrjaði hann bólkin Óðmenn, har hann var bassleikari og sangari. Hann gjørdi flestu orð og løg ið bólkurin framførdi.
Eitt nú átti Johann G bróðurpartin av teksti og løgum, tá fyrsti rock-sangleikurin í Íslandi bleiv framførdur, Óðmenn stóðu fyri tónleikinum – hesin leikur nevndist Óli.
Jóhan G hevur omanfyri 14 tónleika útgávur at vísa á umframt at hann hevur luttikið saman við øðrum tónleikarum á hópin á plátum, m.a. var hann eitt skifti, saman við syskinabarninum Jóhann Helgasson partur av bólkinum Poker, har Pétur Wigelund Krisjánsson var headmaður.
Hans Egholm leggur til rættis.
Mynd: Bólkurin Óðmenn. Frá vinstru Jóhann G Jóhannsson, bróðurin Eiríkur, syskinabarnið Valur og Ingibert Jensen, ið eitt skifti var í bólkinum Hljómar.