- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mono
Fyrsti veruligi superbólkur var Trúbrot. Hetta var eitt nýbrot á íslendska tónleikapallinum. Talan var um eina samanrenning av manningum úr tveimum av kendastu tónleikabólkunum í sekstiárunum, nevniliga Hljómar og Flowers. Og sangarinnan bleiv Shady Owens úr Hljómar.
Trúbrot blivu nevndir The King Of Rock, men aðrir bólkar trokaðu seg framat og fingu vind í seglini, ein teirra var Ævintýri og annar, tann mest progressivi av teimum øllum tá, var Náttúra. Annar bólkur var Óðmenn ið veruliga gjørdi um seg í sjeytiárunum og sum komandi sending fer at snúgva seg um. Har vóru eitt skifti tríggir við føroyskum ættarbondum við.
Hóast progressivi tónleikurin veruliga tók seg fram í sjeytiárunum, so vóru eisini tónleikarar ið tóku tað meira róligt og ikki altráðir stigu uppá tann vognin. Ein teirra var Magnús Þór Sigmundsson, ættaður úr Klaksvík.
Tá Sigurfari kom úr Íslandi á fyrsta sinni í 1920, var ein íslendingur við, sum nevndist Baldvin Kristvin Sigurbjørnson (1895). Hann var giftur íslenskari kvinnu Bryngerður Benzinu Frimansdóttir.
Tá Baldvin Íslendingur kom til Klaksvíkar í 1920, treivst hann so mikið, at hann sendi boð eftir konuni, og tey settu búgv har.
Tey fingu fleiri børn í Føroyum, ein teirra var Sigmundur Baldvinsson ið seinni flutti til uttaru Njarvík og bleiv giftur har. Tey fingu trý børn, har Magnús Þór Sigmundsson var elstur.
Magnús kom uppí tónleikabólkin Nesmenn, har eisini ein annar tónleikari við føroyskum ættarbondum var við, hetta var Jóhann Helgasson.
Hans Egholm leggur til rættis.