Mono

Mono: Pétur Wigelund Kristjánsson (2:5)
08-05-2024
Onnur sending um føroysk ættarbond í íslendskum tónleiki. Í hesari sendingini fara vit til eitt kent navn í Íslandi frá miðskeiðis í sjeytiárunum og langt inn í áttati-árini

Í hesari næstu sendingini fara vit til eitt kent navn í Íslandi frá miðskeiðis í sjeytiárunum og langt inn í áttati árini, ja møguliga nakað væl inn í nítiárini eisini. Talan er um Petur Wigelund Kristjánsson.

Abbi hansara var úr Føroyum, búsettist í íslandi miðskeiðis í 1920 árunum og fekk familju har.
Tónleikarin Petur Wigelund Kristjánsson var sonur Erlu Wigelund og Kristján Kristjánsson. Mamma hansara var handilskvinna og pápin var í nógv ár yrkisttónleikari. Hann hevði sum ungur – beint eftir kríggi - nomið sær kunnleika innan saxofon og klarinett í New York´s Juilliard School og soleiðis kom hann at vera partur av tí pulserandi jazz og tátíðar popp tónleiki eftir kríggi. Kristján Kristjánsson var 14 mánaðar í New York og var fullur av orku og hugskotum tá hann aftur var í Reykjavík. Hann stovnaði saman við Svavar Gests ein modernaðan tónleikabólk – talan bleiv um eina sextet – KK Sextett. Hesin bólkur var ein hin fremsti í Íslandi heilt fram til 1961.
Sonur hendan Kristján Kristjánsson og Erlu Wigelund kom soleiðis at vaksa upp við tónleiki og uttan iva hevur Petur W. Kristjánsson fingi bæði íblástur og mong góð frá frá pápa sínum, tí øll árini hann var aktivur í tónleikabólkum, var hann ein Band-leader, altso ein tónleikaleiðari, eins og pápi sín. Sum 14 ára gamal byrjaði Petur í tónleikabólkinum Pops og stutt eftir vóru boð eftir honum frá tónleikabólkinum Náttúra. Náttúra var í Føroyum í 1971 og tá hevði bólkurin fleiri konsertir her.

Petur Wigelund Krisjánsson dámdi sera væl í Føroyum og hann vitjaði fleiri ferðir við ymsum íslendskum tónleikabólkum í sjeyti- og áttatiárunum.

Petur Wigelund Kristjánsson var við í fleiri tónleikabólkum og umframt Pops, Náttúru og Svanfriður kunnu nevnast bólkar sum Pelican, Paradís, Poker, Start, Picasso, Dundrið og Gargið.

Hans Egholm leggur til rættis.

Mono

Styttri tónleikasendirøðir og einstakar tónleikasendingar við skiftandi vertum.
Hettar er fjóðra og seinasta sending
26-06-2024
Onnur sending í einari røð av fýra
12-06-2024
Sending við skiftandi vertum
05-06-2024
Fimti og síðsti partur um føroysk ættarbond í íslendskum tónleiki. Hesa ferð einamest um tónleikaran Axel Einarsson, mannin handan legendariska tónleikabólkin Icecross
29-05-2024
Fjórði partur um føroysk ættarbond í íslendskum tónleiki. Hesa ferð einamest um tann progressiva tónleikin, sum sleppur frammat. Her byrjar ættargranskingin vesturi í Vágunum
28-05-2024
Triði parturin um føroysk ættarbond í íslendskum tónleiki.
15-05-2024
Onnur sending um føroysk ættarbond í íslendskum tónleiki. Í hesari sendingini fara vit til eitt kent navn í Íslandi frá miðskeiðis í sjeytiárunum og langt inn í áttati-árini
08-05-2024
Fyrsta av fimm MONO sendingum, har føroysk ættarbond í íslendskum tónleiki er á breddanum
24-04-2024
Andrew Crooks leggur til rættis
10-04-2024
Andrew Crooks leggur til rættis
03-04-2024
Andrew Crooks leggur til rættis
27-03-2024