- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mono
Fyrsta av fimm MONO sendingum, har íslendskur tónleikur verður á breddanum. Talan verður um brot úr tónleikasøguni hjá íslendingum og valda tíðarskeiðið ið fær umrøðu í sendingunum, er eitt áleið 20 ára skeið, pluss minus. Frá seinnu helvt av sekstiárunum og fram til einaferð í áttatiárunum.
Fleiri av plátunum ið vóru útgivnar í progressiva tíðarskeiðnum fáa umrøðu í hesum MONO sendingum. Í hesum áhugaverda tíðarskeiði við nógvum progressivum tónleiki, men eisini Folk, Popp og Rokk, vóru fleiri av tónleikarunum, íslendingar við føroyskum ættarbondum.
Fyrsta sendingin er eitt blanda fornoyðilsi av alskins tónleiki ið íslendingar borðreiddu við í seksti, sjeyti og áttatiárunum. Soleiðis fáa vit fjølbroytni og góðan tónleik vestan úr havi - og áðrenn tónleikurin av álvara gerst progressivur
Í 1982 kom út ein heilt serlig dupult LP pláta við nøkrum av fremstu bólkunum í Íslandi. Plátan bleiv útgivin beint eftir at sjónvarps dokumentar filmurin við sama navni ”Rokk í Reykjavík” var frumsýndur.
Talan var um ein dokumentarfilm um íslendska tónleikalívið í Reykjavík í 1981 og 1982, sum umframt Rokk og popp, eisini umboðaði punk- og New Wave bylgjuna ið tá hevði góð gróðrarlíkindi í Reykjavík.
Tað skal viðmerkjast, at allar upptøkurnar frá Rokk í Reykjavík plátuni eru Live upptøkur og tað hoyrist á ljóðgóðskuni onkrastaðni meira enn aðrastaðni.
Millum mongu tónleikabólkarnar ið eru við í fyrstu sendingini kunnu nevnast Q4U, Grýlurnar, Stuðmenn, Tappi Tikarrass, Frídryk, Þeyr, Spilafífl og Hin Íslendski Þursaflokkurin.
Hans Egholm leggur til rættis.