- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útheimurin
Russisku krøvini vísa, at Moskva vil ikki hava frið í Ukraina, sigur Kaja Kallas
Amerikanski sendmaðurin, Steve Witkoff, hevur verið í Moskva og tosað Putin um uppskotið hjá USA um vápnahvíld í Ukraina
Iran herðir nú eftirlitið við, hvussu konufólk ganga ílatin, og serliga verður fylgt væl við teimum, ið ikki gera nóg mikið fyri at fjala hárið.
Politisku flokkarnir í Grønlandi eru á einum máli um, at grønlendska kringvarpið KNR skal hava betri umstøður.
Tá coronu-farsóttin fyri fimm árum síðani stongdi norska markið til Svøríki, kostaði tað stórar bøtur at bróta forboðið og at royna at sleppa úr Svøríki inn í Norra.
Rúmdarfarið, ið skal fáa tey bæði strandaðu amerikansku rúmdarfólkini á rúmdarstøðini ISS heimaftur, kom tíðliga í morgin til støðina.
Mótmælisgongan er eitt svar uppá útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at vilja yvirtaka Grønland.
Onki er avgjørt enn í samgongusamráðingunum í Grønlandi, men Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindamaður, metur at ein samgonga millum Demokraatit og IA er kanska mest sannlík.