- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Sámal Matras ummælir bókina "Heimsins nalvi" um føroyskan uttanríkispolitikk, og vit hoyra, hvørjir monologar vunnu virðislønir í sambandi við árligu skrivikappingina hjá Runavíkar kommunu
Uttanríkistænastan hjá Føroya landsstýri hevur verið virkin síðan 1998, men viðurskifti uttan úr heimi hava rinið við Føroyar nógv longri enn so.
Í bókini "Heimsins nalvi - føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld" nevnir Hans Andrias Sølvará, at longu undir Napoleonskríggjunum fór Nólsoyar Páll at virka fyri føroyskari skipasigling og fríhandli.
Undir fyrra heimsbardaga vendu føroyingar sær beinleiðis til bretar at biðja um smidligari vøruflutning til Føroya, og tá bretar hersettu Føroyar í 1940, mótmælti løgtingið hersetingini, og bretar viðurkendu stutt eftir Merkið.
Árni Olafsson lýsir, hvussu føroyska fiskimarkið fór úr trimum fjórðingum út á 12 fjórðingar í 1950'unum og 60'unum, og hvussu tað at enda varð flutt út á 200 fjórðingar í 1977. Eisini lýsir hann gongdina í EEC-málinum.
Aðrar greinir í bókini lýsa makrelstríðið í 2013, Huawei-málið á Føroya Tele, Føroyar í veðurlagsbroytingum, umdømi Føroya uttanlands, føroysku sendistovurnar o.s.fr.
Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, heldur, at bókin er sera væl egnað til undirvísing í miðnámsskúlum og á Setrinum. Tær 15 greinirnar í bókini eru eitt sindur misjavnar, men yvirhøvur er talan um eina sera upplýsandi bók, heldur hann.
Vit vóru eisini við, tá virðislønirnar í sambandi við skrivikappingina hjá Runavíkar kommunu vórðu handaðar fríggjakvøldið. Rannvá Gaard Fossaberg lesur vinnandi monologin, "Stovnsrøkt", sum Svanna Jákupsdóttir skrivaði.
Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum.
Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini.
Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður.
Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd.
Uni Arge leggur til rættis.