Vágskálin

Vágskálin: Skakandi kríggið og sorgblíða paradísið
15-04-2025
Í sendingini ummælir Ben Arabo bókina "Soldat", og Michael Koba ummælir nýggja føroyska filmin "Seinasta paradís á jørð".

Í juli 2022 fór víkarmaðurin, Bjarti Grunnveit Olsen, til Ukraina í kríggj, og í januar 2025 kom út bókin "Soldat" um tíð hansara har.

Emilia Hansen hevur skrivað bókina saman við Bjarta, og tey siga gjølla frá, hvussu ræðuligt kríggið í Ukraina er.

Ben Arabo ummælir bókina, og hann heldur, at bókin væl lýsir, hvussu ruðuleikakend kríggj kunnu vera.

Hann er eisini hugtikin av, hvussu Bjarti lýsir krígsfelagar sínar, tí teir eru rættiliga ymiskir. Summir eru reiðiligir, og aðrir eru uppgjørdir ræðuskítar.

Í seinna parti av sendingini ummælir Michael Koba filmin "Seinasta paradís á jørð" hjá Sakariasi Stórá.

Nógv ferð er ikki á filminum, men soleiðis má tað vera, heldur hann, tí søgan snýr seg um ein doyggjandi útjaðara og trupla samskiftið millum syrgin menniskju.

Michael Koba er bergtikin av myndagóðskuni í filminum og heldur, at talan er um ein týdningarmiklan film, sum eigur at verða sæddur í biografinum.

Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.

Á vágskálini hesaferð eru bókin "Í eygnahædd" hjá Kinnu Poulsen og Geyta-tiltakið
04-03-2026
Á vágskálini hesaferð er skaldsøgan "Lív" eftir Jónu Joensen
25-02-2026
Á vágskálina hesaferð leggja vit yrkingasavnið "Fjøtraður Orion" eftir Christian Fróða Djurhuus
18-02-2026
Á vágskálini hesaferð er bókin "Eingin dansur á rósum" eftir Peter Old
11-02-2026
Á vágskálina hesaferð verður løgd krimiskaldsøgan "Kavafonnin grætur" eftir Jógvan Isaksen
04-02-2026
Á vágskálini hesaferð er metamodernistiska dómadagsmanifestið "Hey" hjá Trygva Danielsen
28-01-2026
Vágskálin hesaferð snýr seg um tríbindaverkið um Føroya Arbeiðarafelag
21-01-2026
Yrkingasøvnini "Ullarljóð" hjá Jóanesi Nielsen og "Grøðandi sjógvur" hjá Snæbirni í Dali verða ummælt hesaferð
14-01-2026
Á vágskálini hesaferð er skaldsøgan "Gula hurðin" eftir Jón Thorsteinsson
06-01-2026
Á vágskálini hesaferð er sjálvævisøgan "Stríðið er vunnið" eftir Gerhard Lognberg
17-12-2025
Til ummælis hesaferð er bókin "Suðuroyar-Dánjal - lív og yrki" eftir Jan Erik Simonsen
10-12-2025
Á vágskálini hesaferð eru yrkingasøvnini "Bók" eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger og "Skorpur" hjá Oddfríði Marna Rasmussen
03-12-2025