- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Í sendingini hitta vit leiðandi ritstjóran á NÁMI, Sigfríð Sólsker, sum greiðir frá umfatandi útgávuvirkseminum hjá stovninum.
NÁM er ein samanrenning av Føroya Skúlabókagrunni, Landsmiðstøðini og KT-deplinum. Stovnarnir vórðu lagdir saman í 2010.
Virksemið hjá NÁMI snýr seg um at geva út frálærutilfar, røkja savnið við útgivna tilfarinum, umsita undirvísingarportalin SNAR, menna KT-skipanir til skúlarnar og veita fakliga og námsfrøðiliga ráðgeving.
"Gera vit ikki skúlabøkur á føroyskum, so doyr málið allarhelst út, og tí gevur okkara arbeiði góða meining. Eisini fegnast vit um, at vit viðhvørt hava fingið altjóða virðislønir fyri okkara arbeiði," sigur Sigfríður Sólsker.
Vit hitta eisini ritstjórarnar, Thurid Thomsen og Gunvá Magnussen, sum greiða frá, hvat góð ritstjórn er, og hvønn týdning tað hevur, at skúlabøkur verða eftirmettar á altjóða pallinum.
NÁM er júst farið undir at gera danskt frálærutilfar úr føroyskum sjónarhorni, og hetta er nýbrot í útgávuvirkseminum.
Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum.
Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini.
Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður.
Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd.
Uni Arge leggur til rættis.