Vágskálin

Vágskálin: Náttúra og sorg á bókmentafestivali
05-03-2025
Sendingin hesaferð snýr seg burturav um altjóða bókmentafestivalin, sum var í Havn um vikuskiftið

Fyri fyrstu ferð varð farna vikuskifti skipað fyri altjóða bókmentafestivali í Havn. Høvuðsfyriskipari var Kim Simonsen.

Festivalurin varð settur á Býarbókasavninum mikudagin, har fitt av fólki var komið saman. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setti festivalin.

Rithøvundar uttaneftir, sum vóru við á festivalinum, vóru Morten Strøksnes úr Noregi, Rasmus Daugbjerg og Naja Marie Aidt úr Danmark, Anna Maria Bogadóttir og Haukur Ingvarsson úr Íslandi, Amy Liptrot úr Skotlandi og Anna Fohlin Matsson og Johan Jonsson úr Svøríki.

Í sendingini hitta vit Kim Simonsen og spyrja, hví skipast skuldi fyri einum bókamentafestivali júst nú, og vit fáa orðið á íslendska arkitektin og rithøvundin, Onnu Mariu Bogadóttir, sum í bókini "Jarðsetning" fylgir einum bygningi til gravar.

Eisini hitta vit kenda danska rithøvundin, Naju Marie Aidt, sum í 2015 misti ein son og skrivaði eina sermerkta bók um sorgina og saknin. Sanna Klein hevði samrøðu við Naju Marie Aidt á Reinsarínum leygarkvøldið, har fult av fólki lýddi á.

Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum.

Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini.

Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður.

Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd.

Uni Arge leggur til rættis.

Til ummælis er bókin ?Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á? eftir Helga Rasmussen
12-11-2025
Vágskálin hesaferð snýr seg um søgubókina "Westward Ho" eftir Helga Jacobsen, journalist
29-10-2025
Á vágskálina hesaferð verður løgd bókin "Hvør at tæna øðrum" um Føroya Keypssamtøku
10-10-2025
Sendingin hesaferð snýr seg um skaldsøguna "1804" eftir Rúna Bjarkhamar. Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð ummæla
01-10-2025
Til viðgerðar er stuttsøgusavnið "Gentan á barnaheiminum" eftir Birnu Breckmann, og vit eru til bókaframløgu í Føroya Keypssamtøku.
07-05-2025
Í sendingini ummælir Ben Arabo bókina "Soldat", og Michael Koba ummælir nýggja føroyska filmin "Seinasta paradís á jørð".
15-04-2025
Sendingin hesaferð umrøður havnarmannin, Bjørn Isholm, greinasavnið "Heimsins nalvi" og yrkingasavnið "Rák".
09-04-2025
Sendingin snýr seg um føroyskt í tí teirri talgildu verðini og ta ávirkan, sum vitlíki longu hevur á okkara gerandisdag.
01-04-2025
Sendingin hesaferð snýr seg um útgávuirksemið hjá NÁMI, sum ger frálærutilar til fólkaskúlan og miðnámsskúlarnar
26-03-2025
Sendingin hesaferð snýr seg um skaldsøguna "Dødsbo" eftir Inger Smærup Sørensen. Ummælarar eru Marna Jacobsen og Rakul í Gerðinum
19-03-2025
Sendingin hesaferð snýr seg um ættargransking í Vágum, donsku listakvinnuna Julie Sass og eitt yrkingasavn hjá Sinnisbata Ung
12-03-2025