- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Heitið "Fornt" á barnaskaldsøguni hjá Elini á Rógvi sipar til eitt telduspæl í søguni, sum ber sama heiti. Í spælinum ber til at varnast og jagstra sagnarverur í Føroyum saman við ungfólki úr øllum heiminum.
Tann 11 ára gamli Eiri og vinkona hansara, Sólja, varnast eina nýggja veru, sum ongin nakrantíð hevur sæð fyrr. Brádliga spæla tey ”Fornt” saman við teimum bestu spælarunum í heiminum, og ein teirra, tann besti av øllum, er Shapeshifter.
Bókadeildin segði, tá bókin kom út, at ”Fornt” er ein spenningssøga, sum snýr seg um markamótið millum veruleika, telduspæl og føroyskar sagnir. Silja Eystberg hevur myndprýtt bókina, og málbólkurin er børn millum 10 og 12 ár.
”Fornt” er 192 síður og býtt upp í 18 kapitlar. Síðurnar eru ikki rokaðar við teksti, so lætt er at lesa bókina, eisini tí myndir av og á eru á síðunum.
Sanna Klein og Sámal Soll halda, at talan er um eina væl eydnaða barnaskaldsøgu, sum lýsir væl tann veruleika, børn og ung ferðast í nú á døgum. Eisini lýsir søgan væl sambandið millum børn og foreldur.
"Tað riggar heilt væl at brúka gamlar føroyskar sagnir í einum nýmótans telduspæli," sigur Sanna Klein.
"Søgan er eitt slag av fantasisøgu, har alt ikki er, sum tað tykist at vera. Bókin er ætlað ungum, men vit foreldur kunnu eisini fáa nógv burtur úr henni," sigur Sámal Soll.
Uni Arge leggur til rættis.
