- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Bretland hevur sama búskaparliga týdning sum 20 av teimum smærru limunum í ES, so tað er greitt, at tað fær avleiðingar fyri ES at missa ein so stóran búskap í samstarvinum, sigur føroyska sendikvinnan í Brússel.<br/>
<br/>
Tað verður ikki friður í Bretlandi fyrr enn Bretland er farið úr ES. Dregur Bretland í land nú, fer hendan ósemjan um limaskap at prutla undir lokinum í ævir, metir landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen.<br/>
<br/>
Hoyr eisini føroyska sendimannin í London, Áka Johansen, Hallu Nolsøe Poulsen, forkvinnu í brexit-bólkinum og Regin Berg, stjórnmálafrøðing, viðgera brexit-støðuna í Radaranum.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.